Um ATEK.
ATEK varð sett á stovn tann 21. mars 2022 av Anselm Højgaard. Fyritøkan varð stovnað við tí endamáli, at veita tænastur innan rustfrítt viðlíkahald og nýbygging til virkir, skip og privatkundar.
Frá fyrsta degi hevur gongdin verið góð, og kundarnir hava víst stórt nøgdsemi við arbeiðið og úrslitini.
Við vøkstrinum gjørdist tað greitt, at stig máttu takast til at víðka virksemið og styrkja grundarlagið fyri eina haldføra og trygga framtíðar fyritøku. Tí valdi ATEK í novembur 2023 at víðka virksemið til eisini at fevna um grønar orkuloysnir. Hetta gjørdist skjótt høvuðsøkið hjá fyritøkuni og er tað framvegis í dag — saman við arbeiði innan HVS, sølu, uppsetan, ráðgeving og viðlíkahald.
Fyri at styrkja fakliga grundarlagið, valdi Anselm at taka sær útbúgving sum kølimontør, og í mai 2025 gjørdist ATEK Sp/f einasti løggildi køliveitari í Eysturoynni.
Í dag, í 2025, eru vit fleiri starvsfólk og hava longu fleiri størri verkætlanir at vísa á. Vit eru errin av tí arbeiði, vit gera — og enn meira av tí fjølbroytni, fakligheit og áliti, sum kundarnir vísa okkum dagliga.
Nevndin í ATEK
Anselm Højgaard, Stjóri.
Petur í Gong, Nevndarformaður.
Christer Jacobsen, Nevndarlimur.
Johnny Mikkelsen, Nevndarlimur.