Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Tænastur /
Eftirlit av hitapumpu

Eftirlit av hitapumpu.

Regluligt eftirlit tryggjar, at hitapumpan arbeiðir rætt og við so lágari orkunýtslu sum gjørligt. ATEK ger eftirlit, service, feilgreining og umvælingar av bæði luft-til-vatn- og luft-til-luft-hitapumpum.

Vit kanna skipanina, reinsa neyðugar lutir, eftirhyggja stillingar og finna møguligar feilir, áðrenn teir gerast størri og dýrari trupulleikar.

Hví fáa sær eftirlit?

Eitt væl hildið eftirlit gevur longri livitíð, lægri elnýtslu og tryggar, at tú fært alt tað burturúr hitapumpuni, sum tú hevur goldið fyri.

 

Hvat kannað vit millum annað?

•Reinsing av útvendigu og innvendigu eindunum
•Tryk og kølimiðismongd
•El-sambindingar og stýringar
•Stillan av stýring og temperaturfølarum

Hvussu ofta eigur hitapumpan at fáa eftirlit?

Vit viðmæla, at hitapumpan fær eftirlit eina ferð um árið. Regluligt eftirlit tryggjar, at skipanin arbeiðir rætt og so orkusparandi sum gjørligt. Samstundis kunnu slit og møguligir feilir finnast, áðrenn teir gerast størri og dýrari trupulleikar.