Hitapumpur.
Hitapumpur til hús og vinnu
Panasonic er ein av leiðandi veitarunum í Evropa, kendir fyri serstakt snið, góða orkunýtslu og drúgva livitíð.
Við framúr tøkni og álítandi loysnum er Panasonic eitt trygt val – bæði um tú byggir nýtt ella ynskir at spara orku við umlegging.
- Orkusparandi
- Serliga friðaligar í nýtslu
- Kend góðska og long livitíð
Hví velja eina luft til Vatn hitapumpu?
Luft til vatn er ein hitapumpa, ið tekur hitan úr luftini úti og vekslar hana um, til at hita húsini hjá tykkum.
Royndirnar hjá Panasonic vísa, at tær eru sera virkisførar bæði til gólvhita og radiatorar heilt niður til kuldastig á -20 gradir.
Umráðandi er tó, at tit fáa tað rættu pumpuna og tilhoyrið. So sum buffaratanga og magnetfiltur, um talan er um eldri hús við radiatorum. Alt hetta rágeva vit tykkum fegin við.
Fyrimunir við luft til vatn hitapumpum.
Fyrimunurin við eini luft til vatn hitapumpu, heldur enn jarðhita er, at tað er skjótt at seta upp og nakað bíligari. Tær hava í sær R290 kølimeðal, ið ger hana til grøna orku. ímeðan jarðhitapumpir hava freon gass, sum oftast R410a, ið skal útfasast í 2028. Tað vil siga, at fært tú ein leka á kølikresin, so er tað munnandi bíligari at fáa gas á aftur eina luft til vatn, enn tað er á eina jaðhitapumpu.
Har kann leggjast aftturat, at tá ein monoblokkur stendur uttanfyri er eingin ivi í hvat hann kann, í mun til at man ikki veit hvat man fær, tá man borðar eitt hol.
Luft til luft, hvar er gott at brúka tað ?
Luft til luft er tann bíligasti varmin í tú kann keypa vegna scop ofta er 5 í merkir tú fær 5 kw orku fyri ein 1 kw frá sev.
Tær eru sera væl egnaðar til garagjur, hallir og stór uppihalds rúm.
Hvat kostar ein luft til vatn skipan so ?
Ein luft til vatn skipan kostar sum regul millum 120.000kr til 150.000kr v/mvg.
Tá er standard uppsetan við upp til 5 metur av røri millum inni og úti, í kopling í verandi rør, buffartangi, magnetfiltur, eyka sirkulatións pumpa og el arbeiði til verðandi gruppur.
Fordeilir við Panasonic í mun til arðar pumpur ?
Tá man keypur eina Panasonic pumpu frá okkum so hevur man atgongd til 24/7 hitatænastu.
Vit veita 5 ára garanti sum standard, og við sterkum sambandi við Panasonic fáa vit altíð hjálpt kundum okkara skjótt og væl.
Allar koma tær við rustfríðum tangum í ger at okkara yvurfladu vatn ikki terur hol á tær eftir 5-10 ár.
Panasonic Cloud. Ger at vit hava allar pumpurnar á servara okkara og vita vit árenn kundin um okkurt hendir.
Tað er ein góð trygd her heima aftaná streymslit, at vita sær tað at tá streymurin er aftur, starta tær sjálvar upp og um okkurt er, so fáa vit mail um støðuna beinaveg, kunna rigga okkum á verkstaðnum, koyra út við neyðugu deilum og fáa pumpuna at koyra aftur.
