ATEK UMBОÐAR NÚ IGLU.
ATEK UMBОÐAR NÚ IGLU
Vit eru errin av at kunna boða frá, at ATEK nú er umboð hjá IGLU í Føroyum.
Við hesum samstarvinum kunnu vit bjóða føroyskum kundum hitapumpuloysnir frá IGLU og samstundis tryggja lokala ráðgeving, professionella uppseting og góða tænastu eftir keypið.
Hjá ATEK kanst tú fáa hjálp við allari tilgongdini – frá fyrstu ráðgeving og vali av røttu hitapumpuni til uppseting, ígongdsetan og framtíðar service.
Vit veita:
• Sølu og ráðgeving
• Uppseting og ígongdsetan
• Service og viðlíkahald
• Feilsøking og umvæling
• Garantiarbeiði
• Eykalutir og tekniska hjálp
TRYGGLEIKI FYRI VERANDI IGLU-KUNDAR
Samstarvið merkir eisini, at kundar, sum longu hava eina IGLU-hitapumpu, nú hava ein lokalan samstarvspart at venda sær til.
ATEK kann hjálpa við service, viðlíkahaldi, feilsøking, umvælingum og møguligum garantimálum. Tú fært sostatt professionella hjálp frá føroyskum fakfólki, sum kennir umstøðurnar og er nær við, tá tørvur er á hjálp.
EIN TRYGG OG LOKAL LOYSN
Tá tú velur eina IGLU-hitapumpu frá ATEK, fært tú ikki bara eina hitapumpu. Tú fært eisini ein lokalan samstarvspart, sum kann fylgja tær frá fyrstu ráðgeving og gjøgnum alla livitíðina hjá hitapumpuni.
Hevur tú longu eina IGLU-hitapumpu, ella ynskir tú at hoyra meira um loysnirnar frá IGLU?
Set teg í samband við okkum fyri óbindandi ráðgeving.