Búmerkið hjá felagnum
06. mai 2026

Service veitari hjá Thermonova.

ATEK er nú service-veitari hjá Thermonova

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara menn hava verið á skeið hjá Thermonova og hava nú fingið góðkenning sum service-veitarar.

Skeiðið hevur givið okkum djúpari vitan um skipanirnar hjá Thermonova – bæði tá tað snýr seg um prosjektering, uppseting, innregulering, feilfinning og viðlíkahald. Hetta merkir, at vit nú kunnu fylgja verkætlanini heilt frá byrjan til liðugt úrslit.

Sum service veitari kunnu vit:
• Prosjektera og ráðgeva um røttu loysnina
• Fremja professionella uppseting og innregulering
• Gera service og viðlíkahald
• Hjálpa við feilfinning og umvælingum

Fyri okkara kundar merkiry hetta eina heildarloysn við høgari fakligari dygd, skjótari hjálp og tryggleika í øllum stigum av arbeiðinum.

Vit gleða okkum at arbeiða víðari saman við Thermonova og at veita framúr tænastu innan hita- og orkuloysnir.

Vitja https://www.thermonova.com/da fyri meira kunning

Hevur tú eina verkætlan í umbúna ella tørv á ráðgeving? Set teg í samband við okkum – vit eru klárir at hjálpa.