Búmerkið hjá felagnum

Umlegging av orkuskipan hjá ATLANTIC AIRWAYS.

Her hava vit sett upp Hitapumpu í hangarinum.

Atek hevur júst framt eina orkumenning hjá Atlantic Airways. Í hangarinum er ein Termonova 110 hitapumpa saman við buffara tanga sett upp sum viðbót til verandi oljufýringar. Hetta gevur eina grøna og orkumikla loysn, ið minkar um útreiðslur til upphiting og samstundis tryggjar ein meira burðardyggan rakstur. Við nýggju hitapumpuni fær Atlantic Airways møguleikan at spara orku, betra um stýringina og minka CO₂ útlátini – uttan at sleppa oljufýringunum heilt. Atek er errin av, at hava latið hesa framkomnu loysnina til ein av týdningarmestu fyritøkunum í Føroyum.

Fleiri myndir.