Búmerkið hjá felagnum

Service partnarir hja Thermonova.

Atek er nú service-partnari hjá Thermonova

Atek er nú service-partnari hjá Thermonova

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara menn hava verið á skeiði hjá Thermonova og hava nú fingið góðkenning sum service-partnarar.

Skeiðið hevur givið okkum djúpari vitan um skipanirnar hjá Thermonova – bæði tá tað snýr seg um prosjektering, uppseting, innregulering, feilfinning og viðlíkahald. Hetta merkir, at vit nú kunnu fylgja verkætlanini heilt frá byrjan til liðugt úrslit.

Sum service-partnari kunnu vit:
• Prosjektera og ráðgeva um rætta loysn
• Fremja professionella uppseting og innregulering
• Gera service og viðlíkahald
• Hjálpa við feilfinning og umvælingum

Fyri okkara kundar merkiry hetta eina heildarloysn við høgari fakligari dygd, skjótari hjálp og tryggleika í øllum stigum av arbeiðinum.

Vit gleða okkum at arbeiða víðari saman við Thermonova og at veita framúr tænastu innan hita- og orkuloysnir.

Vitja https://www.thermonova.com/da fyri meira kunning

Hevur tú eina verkætlan í umbúna ella tørv á ráðgeving? Set teg í samband við okkum – vit eru klárir at hjálpa.

Fleiri myndir.