Turkihúsi í Søldarfiðri..
Her hava vit sett upp hitapumpu í turkihúsinum, har ið kvøldskúlin hjá Runavíkar Kommunu hevur fleiri hølir.
Runavíkar kommuna ynskir at allir byggningar, har tey halda til, hava grøna orku, tí bleiv hendan 16 Kw Panasonic hitapumpan sett upp í turkihúsinum. Vit hava síðani eisini gjørt rustfríð stativ bæði inni og úti, so at tá gólvi inni verður stoypt, verður ikki neyðugt at flyta pumpuna. Tað sama er gjørt uttanfyri, so tað kann klæðast aftanfyri og planerast upp undir.