Búmerkið hjá felagnum

KRAFTA Energy.

Atek hevur havt ein týðandi leiklut í uppbyggingini av Krafta Energy á Hulki, nýggju oljufyritøkuni í Føroyum. Høvuðsarbeiðið hevur Skanda staðið fyri, men Atek hevur verið tann hjálpandi hondin, bæði hjá Skanda og Krafta gjøgnum alla verkætlanartilgongdina. Við fakligari ráðgeving, góðari útgerð og praktiskum loysnum hevur Atek verið við til at tryggja, at arbeiðið varð framt skjótari og lættari. Úrslitið er ein nútímans og væl útgjørd fyritøka, sum er klár at nøkta tørvin á føroyska marknaðinum. Atek er errin av at hava stuðlað Skanda og Krafta í hesum áhugaverda átakinum.

Fleiri myndir.